Tað var leikliga stórur munur á liðunum, tá Skála vann botndystin í kvøld.
07 Vestur hevur bara vunnið tveir dystir í landskappingini í ár og liggur aftast eftir 12 umfør. Avrikstølini eru heldur ikki góð, tí kvøldsins dystur verður tann 11., har mótstøðuliðið hevur hægri væntað mál (xG)
Álopsleikarin Jonathan Flensborg var í kvøld partur av trýmansmiðverjuni, men tað var júst hendan dystin, sum hann fekk hol á málskjótingina eftir eitt mistak í Skála-verjuni. Men Skála var betra liðið næstan allan dystin og Simon Jørgensen (brotsspark) og Maxwell Effiom vendu dystinum. Brotssparki skapti stóra ónøgd í 07 Vestur, og kanska skuldi tað ikki verið dømt. 2-1 gjørdist úrslitið, men útfrá leikgongdini átti sigurin at verið størri.
07 Vestur spælir sum ein niðurflytari. Teir duga illa at spæla kortini røtt við m.a. at hava tvey leikbann vegna gul kort ein slíkan dyst, sum annars liggur millum tveir dystir móti topp 4 liðum. Teir hava smalan hóp sum vit síggja við at tað óvanliga hendur dyst eftir dyst, at bara nakrir fáir leikarar eru á bonkinum. Og so hongur liðið illa saman ein slíkan dyst. Tað skal tó sigast, at til serliga summar dystir móti topp 5 liðunum hava dystirnir verið lutfalsliga javnir, men tað tykist sum, at pílurin peikar niðureftir og í landskappingini hevur liðið tapt fýra dustir á rað.
Skála heldur hinvegin fram at spæla sum eitt lið, sum hoyrir heima í bestu deildini. Men trupulleikin gongur ofta aftur, at liðið skal hava ov nógvar málmøguleikar til at skora mál, og tað kann ofta kosta, sum tað eisini hevur gjørt fleiri ferðir fyrr í ár.