Vit hava hugt eftir, hvussu ofta feløgini hava skift venjara síðstu 10 árini.
Vit hava tikið øll feløgini sum hava luttikið í bestu deildini uttan FC Suðuroy, tí tey fyrstu árini var felagslið, sum koyrdi uppá loyvið hjá TB og hevði heimavøll við Stórá og tí hava vit koyrt TB saman við TB/FCS/Royn.
Fyribils venjarar eru ikki taldir við. Tað merkir, at hevur ein venjari verið venjari ein ella fleiri dystir, meðan felagið er í gongd við at seta nýggjan venjara, so telir tann fyribils venjarin, sum heldur ikki hevur krav at hava A-venjaraútbúgving, ikki taldur uppí. Í summum førum hevur sami venjari verið fleiri ferðir í sama felag, tí í ymiskum tíðarskeiðum, og tá telir hann sum fleiri eins og aðrar venjarabroytingar.
Venjarar frá 2017-2026:
12: 07 Vestur og TB
10: HB, NSÍ og ÍF
9: AB
7: B68
6: Víkingur og Skála
5: KÍ
4: B36
3: EB/Streymur
Kelda: FaroeSoccer