07 Vestur hevur kunngjørt, hvør skal hjálpa Michael Schjønberg.
07 Vestur skrivar:
Óli skal hjálpa Schjønberg
Tað er okkum ein stór gleði at kunngera Óla Ejdesgaard sum nýggjan hjálparvenjara á Betri liðnum hjá monnum.
Fryntligi Eiðismaðurin er væl kendur í felagnum har hann við miklum eldhuga í nøkur ár nú hevur staðið á odda fyri fleiri av okkara ungdómsliðum og Betri liðnum hjá kvinnum. Óli var eisini partur av U21 venjaratoyminum sum vann fyrsta Føroyameistaraheiti til felagið.
Við Óla meta vit at vit hava fingið rætta mannin til venjaratoymið. Hann er sera væl umtøktur av ungu leikarunum í felagnum og ein av hansara høvusðuppgávum verður at fylgja ungu leikarunum sum standa og banka uppá á besta liðnum.
Tillukku við nýggja starvinum og blíðan byr