07 Vestur vann í kvøld FM hjá U21 uttan at spæla.
Hendi hendi, tá KÍ tapti sín dyst á heimavølli móti NSÍ. Tað ger, at 07 Vestur er FM-vinnari hjá U21. Síðsta umfar verður spælt mánadagin, tá 07 vestur fær vitjan av HB og eftir tann dystin fær 07 Vestur FM-steypið handað.
Hetta er eitt søguligt FM, tí ongantíð áður hevur 07 Vestur vunnið FM.