Tað ljóðar, at KÍ hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til 2025.
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at KÍ fer at seta nýggjan høvuðsvenjara til 2025. Og portal.fo skrivaði í vikuskiftinum, at venjarin er komin uppá pláss ella nær við tað. Sunnukvøldið skrivaði lyklaleikarin, Árni Frederiksberg, undir nýggjan sáttmála og fleiri tulka tað sum, at KÍ eisini hevur fingið nýggjan venjara uppá pláss, sum hevur tiltalað Árna til at skriva undir.
Tað navnið sum gongur runt í løtuni sum komandi KÍ-venjari er 53 ára gamli svenski Glenn Ståhl. Hann var uppá tal í B36 í summar, men tá valdi B36 heldur Magna Hoseth. Glenn hevur áður verið venjari hjá TB/FCS/Royn og NSÍ. Eisini hevur hann í fleiri umførum verið venjari í bestu deildini í Litava. Glenn Ståhl var fyrsti akademistjórin hjá KÍ, men eitt sum gongur aftur hjá honum er, at hann steðgar stutt í hvørjum starvi. Í hansara síðstu trimum størvum hevur hann ikki verið longri enn hægst eitt hálvt ár. Vit hava tó ongar ábendingar um, um hald er í hesum søgum um svenska venjaran, og tí skal tað ikki takast fyri meir enn leysasøgur. Men tað vildi verið enn eitt óvæntað venjaraval av KÍ, um so er.
Í dagsins Fótbóltspráti segði ein av viðmerkjarunum, at hann hevði skilt á lagnum, at nýggi KÍ-venjarin verður til dystin í Klaksvík fríggjakvøldið millum KÍ-NSÍ. Men einki navn bleiv nevnt. Um hetta passar, so er kanska eisini hugsandi, at venjarin verður kunngjørdur komandi vikuskiftið. Tí helst hevur KÍ brúk fyri at fáa venjaran avgreiddan, so hópurin kann setast saman til 2025, tí teir flestu í núverandi uppstilling hava ongan sáttmála fyri 2025.