Hóskvøldið kl. 19.00 spælir KÍ avgerandi dyst á Tórsvølli móti meistarunum úr Kosovo.
KÍ fekk við tveimum málum síðsta partin av dystinum í Kosovo hildið dystinum á lívi, so alt nú er opið undan seinna dystinum. Hetta er ársins dystur fyri KÍ higartil í ár. Ítróttarligi heiðurin at sleppa at spæla í playoff umfarinum stendur uppá spæl eins og 2,2 milliónir.
Bláa Bylgjan spennir seg út og ætlar at skapa tann góða Evropastemningin sum vit sóu til Bodø/Glimt og Sutjeska dystirnar á heimavølli. Vit heita á KÍ-viðhaldsfólk um at møta mannsterk til dystin, so vit fáa fylt ein part av Tórsvølli, so teir bláu merkja uppbakningin.
Bláa Bylgjan fer at skipa fyri bussferð, so eingin noyðist at sita eftir vegna manglandi fart. Meir kunning um tað seinni. Vit síggjast á Tórsvølli hóskvøldið.