Albania hevur viðgongd í løtuni og tað merkist á áhuganum í landinum.
Albania hevur longu tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum. Og áhugin fyri dystinum er stórur, tí tað er útselt sum merkir áleið 22.000 áskoðarar. Og tá Albania longu er víðari, so verður talan um eina fótbóltsveitslu fyri albanar á vakra leikvøllinum, sum í 2022 var vertur fyri finaluni í Conference League. Tað er ikki gerandiskostur hjá føroyska landsliðnum at spæla fyri fullsettum leikvølli, so tað verður eisini ein uppliving fyri føroyingarnar.
Dysturin í Tirana byrjar kl. 19.45 føroyska tíð.