Fyri fyrstu ferð síðani dystin móti svensku meistarunum í 2023 er útselt til ein altjóða dyst í Klaksvík.
Lagt er upp til eitt brak í Klaksvík hóskvøldið. KÍ fær vitjan av serbiska Radnicki 1923 í 2. umfari í Conference League. Fyrri dysturin í Serbia endaði 0-0. Hetta úrslitið hevur skapt KÍ ein møguleika at spæla seg víðari á heimavølli, hóast mótstøðuliðið á pappírinum er betri, um hugt verður eftir, hvar kappingin í Serbia liggur og hvat virði er á liðunum.
Longu dagin fyri dystin var útselt, og tað er ikki hent síðani 2023, tá KÍ hevði útselt í góðari tíð móti svensku meistarunum Hacken. Tá kom hetta eftir minniliga 3-0 sigurin hjá KÍ í Budapest móti Ferencváros.
Síðani tá eru fleiri áskoðarapláss komin við Djúpumýrar og sum skilst eru áleið 1600 setur, sum øll eru umbiðin til dystin hóskvøldið kl. 19.45. Fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, skipar fyri upphiting frá kl. 17.15 við økið millum gamla skýlið og Maverick.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í Conference League 2025 hava: