Tað tók ikki leingi hjá Brøndby at selja síni atgongumerki til dystin móti HB.
Brøndby fekk tilluttað góð 500 áskoðarapláss og tey eru longu útseld. Nú verður arbeitt við at Brøndby møguliga kann fáa ein bólk afturat á Tórsvølli, men hetta skal fyrst góðkennast av løgregluni og UEFA, har trygd o.a. eisini spælir inn.
HB-Brøndby spæla 24. juli fyrra dystin í Conference League.