Vit hava spurt søguliga toppskjúttan í føroyskum fótbólti um 2023.
Enn er ógreitt, hvar Klæmint A. Olsen spælir í 2023 eftir, at hansara lið, NSÍ, flutti niður í 1.deild í 2022. Eftir kappingina gingu nógvar søgur um, at hann fór at skifta til HB, men eisini ljóðaði, at B36 vísti stóran áhuga. Nú ljóðar, at íslendsku meistararnir, Breiðablik, vísa álopsleikaranum stóran áhuga. Klæmint sigur í stuttari viðmerking, at hann kann vátta, at áhugi er úr m.a. Íslandi, men fær ikki sagt meir.
Klæmint eigur metini fyri flest mál í føroyskum fótbólti og á A-landsliðnum.