Tað er freistandi at koyra kappingina í fýra bólkar.
Bolt.fo hevur í vikuni skrivað um tippingar og her kemur útgreining av tipping av stigatalvuni 2025.
Tað er freistandi at koyra kappingina í fýra bólkar. Liðini sum kunnu vinna FM eru KÍ, Víkingur og NSÍ, men við HB sum einum liði, sum ikki skal avskrivast, um alt gongst eftir vild. Megnar HB ikki at fylgja topp 3, so er B36 ein avbjóðari til 4. plássið. Kappingin frá nummar 6 til 8 stendur millum B68, EB/Streym og 07 Vestur. Á pappírinum jøvn lið. Favorittar at flyta niður eru TB og FC Suðuroy. Tó hevur endaspurturin hjá TB á flytingarmarknaðinum gjørt, at nú skulu liðini frammanfyri føla seg hótt, tí nú verður tað ikki nakað sjokk, um TB megnar at spæla við um at yvirliva í deildini.
10. FC Suðuroy
FC Suðuroy er stórfavorittur at enda á einum av teimum báðum aftastu plássunum. Stórur partur av hópinum spældi 2.deildarfótbólt fyri tveimum árum síðani og tilgongdin hevur ikki verið stór. Tí er hetta eitt stórt lop í einum. Kenslan er tó, at fyrstu umførini kann liðið fáa onkur stig á heimavølli og kanska og vónandi kunnu vit fáa í øllum førum nógvar spennandi dystir í Vági.
9. TB
TB hevur fleiri royndir úr bestu deildini og hóast tvær niðurflytingar á rað, so hevur liðið til tíðir tey árini víst seg at verða kappingarført. Móti endanum av flytingarvindeyganum er hópurin blivin nógv sterkari. Trupulleikin hevur verið at skora mál, men kanska Blair og Samba kunnu broyta tað. Nú hevur TB møguleika at yvirliva.
8. 07 Vestur
07 Vestur er torført at meta um, tí har eru fleiri nýggir leikarar, ið ikki hava spælt í Føroyum áður. 07 Vestur hevur ofta rakt væl við keypum og hevur fíggjarliga styrki til at styrkja hópin í summar, um tað verður neyðugt. Lokalu leikararnir væntast at fáa størri leiklut, men enn kenna vit ikki styrkina hjá teimum. Tað er torført at taka dagar millum liðini frá nr. 6 til 8.
7. EB/Streymur
Nógvir fyrrverandi NSÍ- og KÍ-leikarar hjálpa teimum lokalu. Í fjør sá gott út móti endanum, men fleiri av lyklaleikarunum eru farnir og hópurin tykist ikki eins breiður sum í fjør. EB/Streymur hevur royndasta venjaran, og tað kann geva nøkur stig.
6. B68
B68 hevur skift nógv út í hópinum og so er spurningurin, hvønn veg tað flytir seg. Ábendingar eru um, at fleiri av nýggju leikarunum fara at gera góðan mun. Tað eru helst fleiri mál í liðnum hesaferð, men spurningurin er, hvussu gott verjuspælið verður.
5. B36
B36 hevur havt stóra útskifting og hevur ikki trýst á sær á sama mun sum í fjør. Næstan øll seta B36 á 5. pláss í tippingini, men tað verður ikki óvæntað, um liðið fer at spæla við í kappingini um 4. plássið. B36 fer at geva teimum bestu harðar dystir og taka stig, men fer kanska at missa meir enn topp 3 móti botn 5.
4. HB
Tað er torført at meta um HB. Lyklaleikarar eru farnir og ein rúgva av nýggjum leikarum eru komnir til. Men fyrstu ábendingarnar eru heldur ivasamar um fleiri av leikarunum. Liðið tykist tó at hava tað sum skal til at hála sigrar heim, tá tað ikki sær so vakurt út. Hópurin er kanska betri egnaður til dystir móti toppliðunum enn, tá hann skal skapa dystir. Ein skal ongantíð avskriva HB til FM-plássið.
3. NSÍ
NSÍ hevur annað árið á rað styrkt seg væl. Á pappírinum kann liðið fara allan vegin, um alt spælir við. Breiddin er kanska ikki eins stór sum hjá onkrum øðrum og so eru kanska ov nógvir leikarar, sum ikki tíma nóg væl at verja. Í fjør skoraði NSÍ fæst mál av topp 5, men nú eru leikarar keyptir inn, sum fara at hjálpa nógv til, at Klæmint A. Olsen eftir nøkur soltin ár møguliga aftur verður ein álopsleikari, sum fer at skora 15+ mál í landskappingini.
2. Víkingur
Víkingur hevur bara mist ein leikara frá byrjunaruppstillingini frá meistaraliðnum, sum fekk 73 stig. Tað eigur ikki at geva nakra stóra afturgongd og tí eigur Víkingur at verða við í FM-prátinum. Ábendingar eru um, at Víkingur er ikki eins væl fyri sum í fjør, men liðið er so mikið væl samanspælt, at tað kann fara allan vegin, men kappingin er so mikið hørð, at serliga NSÍ kann eisini fara framum.
1. KÍ
KÍ hevur breiðasta og royndasta hópin á pappírinum. Men spurnartekin kunnu setast við miðverjuna og við skapandi partin av liðnum. Tí vit kenna ikki, um liðið dugur nóg væl at lata verjukend og vælskipað lið upp. Men liðið er fult av núverandi og fyrrverandi landsliðsleikarum eins og øðrum royndum leikarum. Eftir eitt miseydnað ár eigur svongdin eisini at verða til staðar soleiðis, at liðið í 2026 aftur kann spæla fyri at koma í deildarspæl í altjóða fótbólti.