Svenskur miðil skrivar um vitjanina av føroyingunum. Jens Wedeborg, venjari, lýsir tær sum leikarar við góðum hugburði.
Hesa vikuna royna tríggir føroyskir landsliðsleikarar hjá KÍ - Óluva A. Joensen, Birita Ryan og Sanna Svarvadal - seg í IFK Kalmar, har Jens Wedeborg er venjari. Hann var venjari hjá KÍ í fjør, og tí er hetta komið í lag. Tað er svenski miðilin Barometern.se, sum skrivar um vitjanina.
- Vit skrivaðu eina almenna innbjóðing, og hesir tríggir leikararnir vóru áhugaðir at koma. Føroyar eru eitt áhugavert stað, sum als ikki er brúkt í svenskum kvinnufótbólti. Har eru leikarar við góðum hugburði, og tað er áhugavert at síggja teir í okkara umhvørvi. Hetta eru leikarar, sum spæla regluliga á landsliðnum og hava yvir 15 landsdystir. Men tað er ikki ætlanin at vit skulu fáa tær í hópin nú, og hetta er ei heldur pláss, har vit mangla leikarar. Men hetta er meir at byrja eitt samstarv, sum kann hava nógvar ringar á vatninum.
- Tað er trupult at samanbera, men KÍ-liðið sum vit høvdu í fjør burdi verið í toppinum í næstbestu deildini og kundi vunnið móti onkrum av botnliðunum í bestu deildini, sigur Jens Wedeborg við borometern.se.
Týsdagin spældu tær ein innanhýsis dyst í regni, men Sanna Svarvadal helt ikki, at tað var nøkur forðing.
- Hetta er næstan summarveður í Føroyum. Tað er cool at arbeiða saman við Jens aftur. Tað gekk gott hjá okkum í fjør og vit halda nógv av honum, sigur Sanna Svarvadal við barometern.se.