Í grannalondunum hava ítróttarstjórar ofta sera stórar leiklutir í fótbóltsfeløgum, men fram til í ár hevur tað ikki rættiliga vunnið fram í Føroyum.
Hyggur ella lesur man miðlar frá fótbóltsfeløgum í Danmark, Norra og Svøríki, so er tað javnan ítróttarstjórar, sum man lesur um. Hesir sum hava ábyrgd av týðandi pørtum í gerandisdegnum hjá feløgum og eisini eru teir, sum spæla stóran leiklut ímun til venjarar. Hvørjir skulu setast og tá teir eru settir, um teir skulu varðveitast ella sendast til hús. Eisini hava teir ofta ein leiklut, ofta saman við venjaranum, tá hóparnir skulu setast saman við sáttmálum og tá nýggir leikarar skulu ’’keypast’’. Leikluturin hjá einum ítróttarstjóra kann eisini verða ymiskur frá felag til felag.
Í Føroyum hevur hetta ikki heilt vunnið fram, tó at vit hava hava nakrar ítróttarstjórar gjøgnum tíðina í Føroyum. Í onkrum føri í fulltíðarstarvi, onkuntíð í parttíðarstarvi og so hava fleiri røkt starvið ólønt. Í summum førum hava onkrir av starvsnevndarlimunum uppgávur, sum á nógvar mátar minna um ein leiklut sum ítróttarstjóri. Feløgini eru eisini ymisk í stødd og hava ymisk konsept, so hjá øllum gevur tað ikki meining at hava ein ítróttarstjóra burturav.
Men tekin eru um, at tað er við at broytast. Krøvini til fótbóltsfeløgini hækka fyri hvørt ár og pengarnir eru eisini nógvir nú ímun til fyrr. Ofta fylgjast hesi bæði eisini. Tá krøvini hækka, so fylgja pengar við. Tað síggja vit m.a. við solidaritetspengunum, sum vit hava skrivað um í vetur. Uttan broytingar góvu teir feløgunum í bestu deildini 1,8 millión, men tað síðsta er, at vit kanska fáa eina føroyska skipan, har feløgini í bestu deildini frásiga sær ein part og enda niðri á áleið 1,3 millión, meðan meir fer niður til feløgini, sum hava síni bestu lið longri niðri.
UEFA-kappingarleisturin er eisini broyttur sum ger, at møguleikarnir fyri at koma langt í altjóða fótbólti, serliga hjá meistarunum, eru størri. Og harvið aftur meira pengar til hesi liðini sum koma langt, men eisini til onnur, tí góð úrslit drippa til feløgini í landinum.
Fleiri ítróttarstjórar
Vit hava nøkur dømi um, at feløg hava persónar uttanfyri starvsnevndina sum ítróttarstjórar.
B36 setti í vetur ein ítóttarstjóra, Tummas Erling Djurhuus, í starv og tá boðaði B36 frá, at talan var um starv, sum svarar til hálvtíðarstarv. Okkum vitandi hevur EB/Streymur eisini ein ítróttarstjóra í Niels Paula Danielsen, meðan Dion Splidt er ítróttarstjóri hjá NSÍ. Her eru trý dømi um ítróttarstjórar, sum liggja uttanfyri starvsnevndina. Men enn hava vit kanska ikki sæð starvið ordiliga í fullum blóma yvir tíð, har feløg hava ítróttarstjóra í fulltíðarstarvi, sum í gerandisdegnum hevur neyvt eftirlit við eitt nú besta liðnum. Men tekin eru um, at hetta kanska er við at broytast.