Dómarar eru kunngjørdir til dystirnar í Conference League hóskvøldið.
Til dystin í Klaksvík verður tað Kevin O’Sullivan úr Írlandi, sum skal døma NSÍ-Hamrun Spartans. Hann er óroyndur í altjóða fótbólti og hevur bara ein Conference League dyst. Dysturin byrjar kl. 19.45.
Til dystin í Íslandi millum Stjarnan-Víking dømir Mohammad Usman Aslam úr Noreg. Hann hevur nakað av altjóða royndum og hevur dømt nógv í bestu norsku deildini. Dysturin byrjar kl. 20.00.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá Víkingi í 2026 er gjørd í samstarvi við: