Tað er stór misnøgd í ÍF við avgerðina hjá kappingarnevndini um at spæla síðstu minuttirnar av avblásta dystinum leygardagin.
Venjarin hjá ÍF er Ólavur Larsen og hann hevur á facebook eina sera hvassorðaða grein móti FSF og kappingarnevndini, sum mánadagin tók avgerð um, at dysturin millum ÍF-B68 skal takast upp aftur frá 88. minuttti og tí bara skulu spælast 5-6 minuttir, har B68 var á odda 3-1. Dysturin bleiv avblástur, tí ein áskoðari kom sera illa fyri.
Ólavur Larsen vísir á fleiri fordømi frá 2024, har dystir blíva spældir av nýggjum vegna veður. Í dystinum um løgmanssteypið millum Víking-HB vóru 69 minuttir leiktir, har HB samanlagt var á odda. Í 2.deildardysti var Skála á odda 6-1 í 61. minutti móti Víkingi, har liðini vóru samd um at ikki gera meir við dystin, men har kappingarnevndin síðani yvirrulaði avgerðina og ásetti nýggjan dyst.
Síðani vísir ÍF-venjarin á Fótbóltslógina, sum sigur:
§7 – Leiktíðin
5. Slitin dystur
Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað.
Ólavur Larsen vísir á, at avgerðin ikki kann kærast.
Kappingarreglarnir siga okkum vitandi einki um, hvat skal henda í slíkari hending. Hinvegin stendur greitt, hvat skal henda, um dysturin verður steðgaður vegna vánalig líkindi, sum umfatar dystirnar fyrr í ár.
Grein 34
Stk. 2. Um dómarin heldur, at vøllurin er í slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast aðalskrivstovuni, sum ásetur nýggjan dyst.
Ólavur Larsen vísir á, at ÍF fær ikki spælt við somu 11 leikarum hesaferð, tí ein leikari er uttanlands og ein leikari er skaddur. Sostatt eru umstøðurnar hjá B68 munandi betri hesaferð enn hjá ÍF, og tí kann B68 hava betri møguleika at betra um sín málmun, sum kann blíva avgerandi í niðurflytingarstríðnum, har Skála á 8. plássi undan hesum dystinum er trý mál betri og fýra stig enn B68 á 9. plássi.