Njal Reinert-Petersen, formaður, sigur, at ÍF er í eini tilgongd, har felagið er í sambandi við fleiri venjarar, men at endaliga avgerðin ikki verður tikin fyrr enn um nakrar vikur.
ÍF flutti niður í 1.deild í ár og skal í 2025 sostatt spæla í næstbestu deildini. Enn hevur felagið ikki sett høvuðsvenjara. Leysasøgur hava sent Kristoffer Kvistgaard, sum síðstu tvey árini verið høvuðsvenjari hjá KÍ-kvinnum og seinni partur av venjaratoyminum á besta liðnum hjá KÍ, til ÍF, men ÍF-formaðurin avvísir, at nakar venjari er nær við at skriva undir við felagið.
- Vit hava samband við fleiri venjarar. Bæði venjarar sum hava verið í føroyskum fótbólti og onkran, sum ikki hevur verið í føroyskum fótbólti. Vit vilja geva okkum góðar stundir, tí hetta hevur ongan skund. Og tá vit fara at gera sáttmála, sum væntandi verður einaferð síðst í november, so verður talan um ein sáttmála í tvey ella trý ár, sigur Njal Reinert-Petersen við bolt.fo.
Bulurin verður tann sami
ÍF-formaðurin sigur, at nýggi venjarin fær ikki nakað krav um at flyta upp beinanvegin, hóast málið verður at koma uppaftur. Lokali bulurin á liðnum væntast at blíva tann sami sum í ár og so verða onkrar broytingar. Peter Ullum og Uros Stojanov halda ikki fram, meðan Ruben Møller Nilesen hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið.