Venjaratoymið hevur tosað við Árna Frederiksberg í summar.
Í morgin fer Håkan Ericson at seta navn á leikararnar, sum skulu spæla teir báðar fyrstu dystirnar í komandi Nations League kapping móti Norðurmakedónia á heimavølli og Lettlandi á útivølli.
Hópurin fer helst at minna nógv um teir undanfarnu. Vit kunnu neyvan vænta nakað nýtt navn, tí tey nøvnini koma vanliga til venjingardystir, har tað mangan hava verið nógv avboð.
Vit hava sæð umboð frá venjaratoyminum verið í Klaksvík í summar og tosað við Árna Frederiksberg, sum hevur staðið aftanfyri stórt sæð øll málini hjá KÍ í altjóða fótbólti í 2023 og 2024. Men okkum er upplýst, at støðan hjá Árna er óbroytt, og tí er hann ikki tøkur til landsliðið.
Málverjin Mathias Lamhauge hevur verið skaddur síðstu tíðina, men Fredericia skrivaði í vikuni, at hann er úttikin til landsdystirnar.
Í Fredristad hevur Jóannes Bjartalíð ikki verið við síðstu dystirnar vegna ein skaða. Jóannes váttar fyri bolt.fo, at hesin skaðin heldur honum uttanfyri hesar landsdystirnar, sum hann hevur givið avboð til. Hann verður tó ikki skaddur í nógvar vikur afturat. Brandur Hendriksson er frískur, men hevur ikki byrja inni ein landskappingardyst hjá Fredrikstad síðani fyrst í juni. Hann var í samráðingum við Tromsø sambært norskum miðlum, men tær samráðingarnar komu ikki á mál, tí hann er enn í Fredrikstad. Hann verður sannlíkt í landsliðshópinum hesaferð.
Ein leikari sum kann koma við aftur er Hallur Hansson. Hann hevur spælt nógvar minuttir síðstu tíðina og var liðskipari á landsliðnum, áðrenn hann bleiv skaddur. Hinvegin er ivamál, um Odmar Færø verður við. Hann er komin aftur í summar, men hevur eisini fingið afturstig við skaða í økslini, sum hevur gjørt, at hann ikki spældi móti HJK Helsinki. Hinvegin er Sonni Ragnar Nattestad helst uppá tal aftur nú. Hann hevur spælt sera væl í summum dystum hjá 07 Vestur síðstu tíðina, har hann eisini hevur verið liðskipari.
U21-landsliðið hevur eisini uppgávur hesaferð, og tað ger, at sannlíkt er, at U21 leikarar fara við U21-landsliðnum heldur enn A-landsliðnum, um teir ikki væntast nógva spælitíð á A-landsliðnum. Tað hevur verið politikkurin higatil.
Landsliðsúttøkan verður vanliga víst á R1 hjá Televarpinum.