Tað hevur síðani 11. umfar verið minst seks stig á muni niður til nummar tvey, og í kvøld kann KÍ staðfesta, at teir bláu eru føroya besta lið í 2025.
Tað liggur til KÍ sjálvt at avgera alt í kvøld, tí tað krevst ein sigur á 07 Vestur. Vinnur KÍ ikki, so krevst, at KÍ ikki fær verri úrslit enn NSÍ, sum spælir móti B36.
KÍ hevur dalað síðstu umførini, tí av síðstu fimm dystunum hevur KÍ bara vunnið tveir, meðan hinir tríggir eru endaðir við javnleiki. Tí er ein avísur spenningur til dystin í kvøld, tí 07 Vestur á 9. plássi hevur alt at spæla fyri.
Í kappingini um 4. plássið kann nógv blíva avgjørt. Tí vinnur B36 ikki á NSÍ, so skal Víkingur bara vinna á báðum suðuroyarliðunum komandi tvey umførini fyri at tryggja sær topp 4. Triði dysturin í kvøld er millum HB-B68, har B68 hevur trý leikbann.
FC Suðuroy-EB/Streymur og Víkingur-TB verða leiktir sunnudagin.