Hópurin hjá Víkingi fór til Íslands í gjár. Í kvøld er stórdystur í Reykjavík, tá Víkingur Reykjavík í Champions League fær vitjan av Gyor, sum er meistaralið úr Ungarn. Á liðnum hjá Víkingi Reykjavík er Gunnar Vatnhamar, ið spældi við Víkingi í nógv ár, ein av miðverjunum og hann verður mettur sum kanska besi miðverjin í íslendsku kappingini. Víkingur Reykjavík verður mett sum eitt av bestu íslendsku liðunum nakrantíð og hevur nógvar altjóða royndir m.a. við deildarspæli í 2024, har liðið endaði nr. 19 av teimum 36 liðunum í deildini. Av síðstu níggju heimadystunum í altjóða kappingum hevur Víkingur Reykjavík bara tapt ein. Í fjør vann íslendska liðið 3-0 á heimavølli móti Brøndby, men tapti viku seinni 4-0 í Danmark. Dysturin kann eisini fáa týdning fyri KÍ, tí tapur KÍ móti Bissen, so skal KÍ í 2. umfari í Conference League møta taparanum av hesum dystinum.
Vit tosaðu við Sølva Vatnhamar, liðskipara hjá Víkingi, sunnukvøldið eftir síðstu venjing í Føroyum. Sí niðanfyri.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá Víkingi í 2026 er gjørd í samstarvi við: