Í kvøld bresta tey bæði bestu liðini í føroyskum fótbólti higartil í ár saman í Runavík. Fýra aðrir dystir verða eisini í kvøld og í morgin.
Vinnarin av NSÍ-KÍ tekur fyrsta stóra takið móti einum FM, men eftir hetta eru so mikið nógvir dystir eftir, at nógv kann broytast. Men taparin kemur undir trýst til dystin á norðoyastevnu í Klaksvík, tá somu lið bresta saman. Vinnur sama lið tá, so skal nógv broytast í dystum móti hinum átta liðunum, um hetta liðið ikki vinnur FM. Vinna liðini hvør sín dyst er freistandi at hugsa, at talan verður um FM finalu í Runavík í 27. umfarinum. Tó er nógv óvissa í hesum, tí tað er neyvan so upplagt, at hesi bæði liðini fara at halda fram við at fáa fulla úrtøku móti eitt nú HB, B36 og Víkingi allar dystirnar.
Í Norðragøtu bresta FM-vinnararnir og steypavinnararnir saman. Hetta verður fyrsta uppgávan hjá fyribils venjaratoyminum hjá HB, sum telir André Olsen, Trónd Jensen og Teit M. Gestsson. Víkingur er komið í gongd og er favorittur at vinna her.
Í Gundadali kann B36 við sigri á FC Suðuroy møguliga fara framum HB. B36 hevur víst veikleikar í fleiri heimadystum móti lægri liðunum, men hesin skal geva trý stig.
Í Sørvági skal 07 Vestur royna at fáa fyrsta sigurin í ár. Stórt trýst er á heimaliðnum móti EB/Streymi. EB/Streymur hevur vunnið sær 10 stig, men enn er ikki stórur munur niður til nummar níggju og vinnur 07 Vestur, so eru fimm lið rímuliga jøvn í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.
Síðsti dysturin verður leygardagin í Trongisvági, har TB fær vitjan av B68. B68 er tvey stig frammanfyri undan dystinum, so talan er um týdningarmiklan dyst fyri botnstríðið.