Spennandi endaspælið hjá kvinnum byrjar í kvøld.
KÍ byrjar sum oddalið við betri málmuni enn NSÍ, meðan HB liggur fimm stig aftanfyri. Víkingur liggur átta stig aftanfyri oddaliðið og fær tí helst leiklutin sum eitt lið, sum kann arga og kanska fáa ein avgerandi leiklut í, hvat av hinum liðunum vinnur FM.
HB fær vitjan av KÍ kl. 19.00 og seinast hesi liðini møttust í Gundadali vann HB. Í Sarpugerði fær Víkingur vitjan av NSÍ kl. 19.30. Televarpið vísir báðar dystirnar.