Føroyar spæla í Grikklandi í kvøld.
Grikkland verður mett sum besta liðið í hesum bólkinum og var í deild B seinast í Nations League og liggur eisini langt frammanfyri á FIFA-styrkislistanum, so á pappírinum er hetta torførasti dystur í bólkinum. Føroyar hava fyrireikað seg uttanlands hesa vikuna og spældu 1-1 í venjingardysti á Kypros.
Dysturin byrjar kl. 18.30 og kann síggjast á heimasíðuni hjá KVF á KVF 2.