Vit hava sett upp ynskisbólk og marrubólk.
Og í stórum kann sigast, at tað er semja millum føroyskar um, hvat er besta ella vánaligasta lutakastið. Liðskiparin á landsliðnum, Viljormur Davidsen, segði við FSF-heimasíðuna í gjár, at Svøríki, Kypros og Litava/Gibraltar er ynskisbólkurin, meðan marrubólkurin er Rumenia, Slovakia og Hvítarussland.
Bolt.fo metir soleiðis um:
Ynskisbólkur:
Armenia/Svøríki, Kypros og Estland/Lettland/Litava/Gibraltar
Marrubólkur:
Rumenia, Slovakia og Hvítarussland
Lutakastið verður kl. 17.00 og kann síggjast m.a. á TV2 Sport X.