Um ikki okkurt heilt óvanligt hendur, so fer NSÍ at skriva søgu í bestu kvinnudeildini í dag. Tí fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fer NSÍ at vinna FM í bestu kvinnudeildini. Tað hendur, um NSÍ fær stig í Norðragøtu móti Víkingi, men tað hendur sera sannlíkt eisini við tapi, tí KÍ hevur so nógv verri málmun, at NSÍ skal helst tapa stórt og KÍ skal vinna stórt móti HB í Gundadali. At bæði tey úrslsitini henda er ósannlíkt. Tí er lagt upp til FM-veitslu í Runavík í kvøld.
Báðir dystirnir byrja kl. 12.30.