Føroyingurin í AGF heldur ikki fram.
AGF boðar frá í morgun, at 26 ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Àsla Johannesen, ikki heldur fram í AGF. Hon skiftir til svenska felagið Piteå IF, sum spælir í bestu deildini.
AGF-heimasíðan hevur nógv rósandi orð m.a. fyri góða hugburðin til føroyska leikaran, sum hevur verið á liðnum síðani 2021.