Ásla Johannesen og PIF vunnu í dag í svensku steypakappingini.
Føroyingar hava í ár ein fulltíðaryrkisleikara, sum er Ásla Johannesen, sum spælir í bestu deildini í Svøríki. Í dag fekk hon debut, tá hon byrjaði inni fyri sítt felag PIF, sum spældi í bólkaspælinum í steypakappingini móti Umeå IK. PIF vann 4-1.
Komandi dystur hjá PIF er á útivølli móti AIK.