(Dinamo Zagreb-Bodø/Glimt) Løgreglan í Zagreb hevur sett strong tiltøk í verk til avgerandi Champions League dystin í Zagreb í kvøld.
Norsku meistararnir, sum vunnu samanlagt 4-3 móti KÍ í 1. umfari, spæla í kvøld í Zagreb. Fyrra dystin vann Bodø/Glimt 1-0. Norskir miðlar skriva í dag, at løgreglan í Zagreb hevur koyrt kunning út um, at áskoðarar við promillu yvir 0,5 sleppa ikki inn til dystin í kvøld. Kanningar verða gjørdar av áskoðarunum við dyrnar. Áskoðararnir hjá Dinamo Zagreb, Bad Blue Boys, eru kendir fyri at skapa ein serligan stemning og teir hava eisini m.a. blakað nógv neyðbluss inná vøllin onkran dyst. VG skrivar, at teir eisini kunnu venda sær harliga móti egnum liði, um tað gongur ímóti. Í kvøld standa nógvar milliónir uppá spæl, tí vinnarin kemur í bólkaspælið í Champions League. Tí er eyka stórur vandi fyri roki uttanfyri vøllin.
Dinamo Zagreb-Bodø/Glimt spæla í kvøld kl. 20.00.