Nanna Andersen er ein av fyrstu, um ikki fyrsti kvinnuligi dómarin til ein dyst í bestu føroysku mansdeildini.
Hvørt ár koma dómarar frá Skandinavia at døma onkrar dystir í Føroyum, meðan føroyingar fara hinvegin. Í dag verður danska Nanna Andersen dómari í Sørvági. Talan er um ársins dómara í Danmark í 2024. Talan er um ein royndan dómara frá kvinnufótbólti, eisini altjóða dystum. Hon hevur eisini nakað av royndum frá m.a. næstbestu mansdeildini í Danmark.
Dómarar í dag:
B68-Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen
07 Vestur-B36: Nanna Andersen
TB-HB: Heini Z. R. Viðoy
FC Suðuroy-KÍ: Áki L. Hansen