logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Ársins besti dystur higartil
Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

Ársins besti dystur higartil

Skrivað : Jákup Ósá | 05-05-2024 19:47

Ársins kanska besti dystur higartil var dagsins grannauppgerð í Gundadali. Úrslitið lýsti væl gongdina hjá báðum liðunum síðstu tíðina. B36 var betra liðið á nógvum økjum, men HB tók av, tá dysturin skuldi avgerast.

Ársins fyrsta grannauppgerð í Gundadali bleiv sera undirhaldandi. Tað byrjaði beinanvegin, tá HB skoraði, tá Jakob Johansson skoraði eftir at bólturin kom útfrá stongini. Eftir hetta tók B36 yvir og var betra liðið stórt sæð restina av dystinum. Útjavnandi málið kom eisini í seinna hálvleiki, tá ársins fyrsta mál í spæli kom móti HB, har Anton Søjberg spældi innskifta Mattias Hellisdal leysan. Eftir hetta var tað B36, sum framvegis sat á dystinum og líktist einum vinnara, um ein vinnari skuldi koma, men B36 tók ikki av. Ístaðin var tað innskifti Leivur Guttesen, sum úr høgru sendi máltin upp í málhornið og staðfesti við vakra málinum, at hetta er árið, har hann fær sítt stóra gjøgnumbrot. B36 royndi at svara aftur, men tað var sum, at eitt sindur av luftini fór úr ballónini, tá Bjarki Nielsen og Jann Benjaminsen blivu skiftir út.

 

Umstríddar dómaravgerðir

B36, sum ongan leikara hevði í uppstillingini, sum hevði fullan uppvøkstur í felagnum sum ungdómsleikari (Símun Sólheim nøkur ár), helt seg eiga tvey brotsspørk í seinna hálvleiki. Einaferð tóktist tað rættuliga týðiligt, at Marius K. Lindh bleiv fýrdur um koll í deyðbóltsstøðu, og so var tað ein støða, har Bjarki Nielsen bleiv púra leysur, men datt í nærdysti við Ása P. Dam. Dagfinn Forná valdi at geva Bjarga gult kort fyri sjónleik. Hinvegin vóru eisini røddir um at fleiri reyð kort skuldu verið givin. Rani í Soylu og Magnus Egilsson høvdu tvær sera ógvusligar taklingar, sum vóru mettar til gul kort av dómaranum og sum í báðum førum gjørdu, at HB-leikararnir blivu útskiftir. Og so framdi Bartal Wardum einaferð brot, sum B36-arnir hildu verða til kort tvær ferðir í somu hending.

 

Ársins besti dystur

Hesin dysturin var besti dystur, sum vit hava sæð higartil í Betri Deildini í 2024. Hann hevði tað mesta. Spenning frá byrjan til enda, fleiri og eisini flott mál og nógvar málmøguleikar, høga leikferð og nógvar støður, har dómarin hevði eina trupla uppgávu at taka støðu til, hvørjir dómar skuldu gevast. Nógvar av støðunum fæst heldur neryvan semja um millum fakfólk. B36 var leikliga omaná stórsta partin av dystinum og hevði fleiri málmøguleikar. Útfrá hesum dystinum kundi tað sæð út sum, at leikararnir leggja alla orku í at spæla fyri trýsta Dan Brimsvík. HB sigst hava vant sera nógv í ár undir fyrrverandi Superligavenjaranum Adolfo Sormani og góður kropsligur formur kastar vanliga ofta avgerandi mál av sær síðstu løturnar. Tað sóu vit hesaferð eins og vit sóu, tá HB vann 1-0 á KÍ. HB hevur marginalarnir við sær og staðfesti eina góða byrjan uppá landskappingina og sær út sum klárt besta boði uppá ein avbjóðara til Víking um FM 2024, meðan B36 ikki hevði ligið so illa fyri sum teir gera, um avrikini oftari vóru sum hesaferð.

Bæði liðini eiga sín stóra heiður í, at hetta bleiv ársins besti dystur í Betri Deildini higartil í 2024. Ein framúr lýsing fyri føroyskan fótbólt.

Share

Nýggjastu tíðindir

Holland fór við EM steypinum
Holland fór við EM steypinum
B36 trívist ikki móti botn 5
B36 trívist ikki móti botn 5
Sigtór Petersen dugur at fáa úrslit við 07 Vestur
Sigtór Petersen dugur at fáa úrslit við 07 Vestur
Øll tey lægru liðini vunnu stig
Øll tey lægru liðini vunnu stig
Tey flestu toppliðini á útivølli
Tey flestu toppliðini á útivølli
Lutfall millum mál í spæli og deyðbóltsstøðum fyrsta triðing
Lutfall millum mál í spæli og deyðbóltsstøðum fyrsta triðing
Hanus Sørensen og Celje eru steypavinnarar
Hanus Sørensen og Celje eru steypavinnarar
Sona-tipparar vænta ein sigur til Víking
Sona-tipparar vænta ein sigur til Víking
FC Suðuroy eru veikast í deyðbóltsstøðum
FC Suðuroy eru veikast í deyðbóltsstøðum
Skrá og frásøgufólk í Televarpinum í 10. umfari
Skrá og frásøgufólk í Televarpinum í 10. umfari
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Nú er betri lag í HB
Nú er betri lag í HB
Hesir døma 10. umfar
Hesir døma 10. umfar
Heidi var best í apríl
Heidi var best í apríl
07 Vestur hevur brúkt nógv flestar leikarar og FC Suðuroy nógv fæstar leikarar
07 Vestur hevur brúkt nógv flestar leikarar og FC Suðuroy nógv fæstar leikarar
07 Vestur skal hava nýggjan venjara
07 Vestur skal hava nýggjan venjara
Eingin meistari hevur skorað so fá mál í 35 ár
Eingin meistari hevur skorað so fá mál í 35 ár
Fótvarpið 11. mai
Fótvarpið 11. mai
Ársins lið fyrsta triðing
Ársins lið fyrsta triðing
EB/Streymur størst framgongd og Víkingur størst afturgongd
EB/Streymur størst framgongd og Víkingur størst afturgongd

Stigatalvan 2025

1. KÍ28 stig
2. NSÍ27 stig
3. HB19 stig
4. B3616 stig
5. Víkingur14 stig
6. EB/Streymur13 stig
7. B6811 stig
8. FC Suðuroy6 stig
9. TB6 stig
10. 07 Vestur4 stig

Málskjúttar

Klæmint A. OlsenNSÍ13 mál
Páll A. KlettskarðKÍ10 mál
Petur KnudsenNSÍ10 mál
Patrik JohannesenKÍ9 mál
Brandur H. OlsenNSÍ9 mál
Jákup ThomsenHB6 mál
Boubacar DaboEB/Streymur6 mál

Upplegg

Petur KnudsenNSÍ9 upplegg
Árni FrederiksbergKÍ7 upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ6 upplegg
Patrik JohannesenKÍ6 upplegg
Hannes AgnarssonB365 upplegg
Jasper Van Der HeydenNSÍ4 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ4 upplegg

Málstig

Petur KnudsenNSÍ19 mál/upplegg
Patrik JohannesenKÍ15 mál/upplegg
Klæmint A. OlsenNSÍ15 mál/upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ14 mál/upplegg
Páll A. KlettskarðKÍ11 mál/upplegg
Árni FrederiksbergKÍ9 mál/upplegg
Boubacar DaboEB/Streymur8 mál/upplegg
Jasper Van Der HeydenNSÍ7 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 10. umfar

NSÍ13 mál
KÍ11 mál
B367 mál
HB5 mál
B685 mál
Víkingur4 mál
TB4 mál
EB/Streymur3 mál
07 Vestur2 mál
FC Suðuroy0 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

NSÍ2 mál
KÍ3 mál
Víkingur4 mál
B684 mál
TB4 mál
HB5 mál
07 Vestur6 mál
EB/Streymur8 mál
FC Suðuroy9 mál
B36 9 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

NSÍ35 mál
KÍ22 mál
HB15 mál
07 Vestur10 mál
B369 mál
EB/Streymur8 mál
Víkingur6 mál
B685 mál
TB5 mál
FC Suðuroy4 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ2 mál
Víkingur6 mál
B366 mál
NSÍ7 mál
EB/Streymur11 mál
07 Vestur13 mál
HB15 mál
FC Suðuroy15 mál
B6818 mál
TB26 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ14 mál
P. KnudsenNSÍ8 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

1. NSÍ24 stig
2. KÍ18 stig
3. HB16 stig
4. Víkingur16 stig
5. B3612 stig
6. 07 Vestur6 stig
7. Skála3 stig
8. FC Hoyvík0 stig

Málskjúttar

Heidi Sevdal NSÍ18 mál
Sunniva WillemoesHB9 mál
Tóra MohrKÍ7 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2025 (5)FráTil
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (4)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Daniel JohansenHBFredericia
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ13
Páll KlettskarðKÍ10
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB7
Klæmint OlsenNSÍ7*
Sølvi VatnhamarVíkingur6
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2025