Føroyar hava skorað fýra mál undir Eyðuni Klakstein og av teimum hava trý verið uppá deyðbóltsstøður.
Móti Gibraltar skoraði Árni Frederiksberg beinleiðis uppá hornaspark. Og hyggja vit søguliga, so hevur Árni síðani 2014 skorað ssjey ferðir beinleiðis uppá hornaspark.
2025: 3
2024: 1
2018: 1
2016: 1
2014: 1
Taka vit so beinleiðis fríspørk, so eru báðir, Adrian Justinussen (21) og Árni Frederiksberg(15), sum hava skorað oftast í føroysku kappingini síðani 2015, meðan tann við best miðaltali er Brandur H. Olsen, sum uppá eitt kappingarár í Føroyum hevur skorað seks beinleiðis fríspørk í landskappingini. Adrian hevur síðstu árini spælt í Danmark, har hann eisini hevur skorað okkurt fríspark.
Tað er tí ikki løgið, um lív kemur í fullsetta Tórsvøll, tá Føroyar fáa hornaspark og/ella fríspark móti Kroatia.