U21-landsliðsleikarin heldur ikki fram í Egersunds.
Árni Nóa var útleigaður, har møguleiki var fyri, at hann bleiv keyptur efir kappingarárið. Árni Nóa hevði torført við at fáa spælitíð, og nú er greitt, at hann heldur ikki fram í norska felagnum, sum spælir í næstbestu deildini.
Tað er tó óvist, um tað verður í Víkingi ella uttanlands, at hann spælir í 2026. Sum skilst er áhugi frá fleiri útlendskum feløgum í m.a. Norra og Svøríki.