Áki Samuelsen fekk eina frálíka byrjan eftir summarsteðgin í Allsvenskan.
Mjallby spældi 4-4 á útivølli móti oddaliðnum Sirius. Áki Samuelsen skoraði tvey bæði fyrstu málini hjá Mjallby. Hetta vóru hansara fyrstu mál fyri svensku meistararnar í skrásettum dystum, men kanska ikki so óvæntað, tí hann hevur verið goðheitur síðstu venjingardystirnar áðrenn hendan dystin.
Mjallby spælir komandi umfar á heimavølli móti AIK.