Tað verður eykamálverjin, sum verjir KÍ-málið hóskvøldið.
Mark F. Jensen kom í ein nærdyst móti SJK, sum kravdi viðgerð. Hann spældi víðari eftir at hava svarað rætt uppá spurningarnar í sambandi við heilaskjálvta, men løtu seinni setti hann seg niður og mátti lata seg útskifta, tí hann var ikki væl fyri.
Hann fór til kanningar, og KÍ hevði mynd av honum dagin eftir í KÍ-styrkishølinum, har skrivað var, at hann var ’’okay’’.
Tað lá tó longu hóskvøldið í kortunum, at Mark ikki fór at spæla fyrra dystin í Serbia. Og hyggja vit eftir myndunum hjá KÍ, so síggja vit, at Mark er ikki við í hópinum. Tí er triði málverjin, Hannis Matras, við í hópinum.
Tað verður tí Sebastian John, sum verjir KÍ-málið hóskvøldið kl. 19.00.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í Conference League 2025 hava: