Hugurin at spæla er farin, sigur hann.
NSÍ hevur mist ein lokalan leikara, sum hevur spælt ein stóran leiklut til tíðir hesi síðstu árini. Talan er um 24 ára gamla Steffan A. Løkin, sum hevur boðað NSÍ frá hesum. Hugurin til fótbólt í løtuni er farin.
- Hetta hevur einki við NSÍ at gera. Eg havi bara ikki havt so góðan hug til fótbóltin í meir enn eitt ár, men ætlanin var, at spæla árið liðugt, og so taka støðu harfrá. Men tað bleiv bara for nógv. Eg hevði tað ikki serliga stuttligt at møta upp til venjingar og serliga ikki til dystir, og tá ið man brúkar so nógva tíð uppá tað, so skal man helst tíma tað ordiliga væl. So nú spæli eg so ikki aftur í ár, men um eg so føli, at eg ikki klári at liva uttan at spæla, so byrji eg spakuliga aftur einaferð, men tað dugi eg ikki orduliga at síggja fyri mær sum støðan er beint nú. Tað er ein trupul avger, men eg føli at tað er tað rætta fyri meg, sigur Steffan A. Løkin við bolt.fo.
Sambært FaroeSoccer er Steffan skrásettur fyri 122 dystir og 28 mál í bestu deildini. Í ár hevur hann í landskappingini skorað fýra mál og lagt upp til tvey. Í fjør var hann næstovast á toppskjúttaralistanum hjá NSÍ við 10 málum og í 1. deild í 2023 var hann toppskjútti við 19 málum.
Tað ljóðart eisini, at tað er sannlíkt, at Pætur Hentze fer av landinum seinni í ár.