Hóast John Eystberg hevur havt stóran leiklut á venjarasíðuni hjá HB síðstu árini, so hevur hann ikki uppbakning frá HB í stríðsvalinum til forsetavalið í FSF 8. mars. Tað staðfestur formaðurin í HB, Ransin N. Djurhuus.
Tað kom kanska óvæntað á hjá mongum, tá tað í morgun gjørdist greitt, at tað verður stríðsval til forsetavalið hjá FSF. John Eystberg bjóðar sitandi forseta, Christiani F. Andreasen, av.
HB stendur ikki aftanfyri John Eystberg
John Eystberg hevur síðstu árini havt fleiri venjaraleiklutir á kvinnusíðuni hjá HB. Í ár hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB, men í sambandi við forsetavalið er hann givin í tí starvinum nú. Í oktober fekk hann stóra viðurkenning frá UEFA fyri sít grasrótararbeiði. FC Hoyvík stillar John Eystberg upp, men HB stendur ikki aftanfyri John í forsetavalinum, sigur Ransin N. Djurhuus, formaður í HB.
- Vit hava uppundir freistina gjørt bæði John og FC Hoyvík greitt, at vit bakka ikki upp um hann sum forseta í FSF. John hevur gjørt eitt sera gott arbeiðið sum venjari hjá HB síðstu árini, og hann vildu vit ikki missa. Harafturat er okkara kensla, at John hevur ikki ein meiriluta millum feløg. So vit eru vónbrotin av, at FC Hoyvík soleiðis fer inn í HB eftir einum av okkara týdningarnmiklastu venjarum á gentusíðuni, sigur Ransin N. Djurhuus í kvøld við bolt.fo.
Aðalfundurin hjá FSF verður 8. mars. Til forsetavalið tá skal veljast millum:
Christian F. Andreasen
John Eystberg
Til starvsnevndarvalið skal veljast millum:
Róin Schrøter
Fríðin Ziskason
Sólrun H. Sørensen
Jóannes Prestá
Sambært viðtøkunum skal minst eitt av hvørjum kyni veljast hvørt val og tí verður Sólrun heilt vist vald, meðan valið um tvey pláss fer at standa millum hinar tríggjar.