Geza David Turi nærkast enskum fótbólti.
Geza Turi byrjar á bonkinum hjá Víkingi í dag og tað er eitt tekin. Tí Geza váttar fyri bolt.fo, at Víkingur hevur sagt ja til eitt boð frá Grimsby, ið spælir í league two í Onglandi. Geza sigur, at enn mangla persónligu viðursliftini at koma uppá pláss og tí er einki endaligt enn.
Frá øðrum keldum hava vit fingið upplýst, at góðkenda boðið liggur um 700.000 kr., har Víkingur í framtíðini kann fáa meir, um tað gongst væl hjá leikaranum og liðnum.