HB styrkir um hópin við útlendskum leikara frá grannunum
In.fo skrivar, at 25 ára gamli bretin, Marley Blair, skiftir til HB. Hann var í fjør toppskjútti hjá AB við 11 málum. HB hevur mist kantarnar Áka Samuelsen og Emmanuel Duah, og tað ljóðar, at tað stendur Muhamed Samba frítt at fara til annað felag, hóast hann hevur sáttmála fyri 2025. Tí kemur tað neyvan óvæntað á, um hann verður kunngjørdur í øðrum føroyskum felag áðrenn kappingarbyrjan. Tí hevur HB brúk fyri tilgongd til álopskendu plássini, har Emil Grønn Pedersen og Bartal Páll Klein frammanundan eru komnir.