Fýra sáttmálaleysir leikarar, sum spældu fyri onnur feløg í 2024, hava verið at sæð til venjing hjá B36.
Tað’’størsta’’ navnið er Filip Djordjevic, sum síðstu árini hevur spælt við EB/Streymi. Hann kennir sostatt til nýggja B36-venjaran, Jákup Martin Joensen. Tveir aðrir eru teir lokalu Emil W. Joensen (ársins leikari í EB/Streymi í 2024) og Markus Hellisdal (Skála í 2024). Og so hevur John Villi Leo (FC Suðuroy 2024) eisini verið at sæð til onkra venjing í B36.
Í onkrum føri er sum skilst talan um royndarvenjing, har sáttmáli kann spyrjast burturúr, meðan mann í onkrum føri ikki skal leggja so stóran týdning í, at teir hava vant við.