Nakrar kappingar eru lidnar.
Tað er leingi til lutakastið í juni og dystirnar í juli, men longu nú kenna føroysku meistararnir nakrar av teimum 15 møguleikunum, sum eru á pappírinum til lutakastið. Teir eru helst færri enn 15, tí føroysk lið plaga at sleppa undan at kunna trekkja londini, sum liggja longst burtur. Sum t.d. Kasakhstan, Armenia og Georgia.
Hjá Víkingi verður týdningarmikið at vinna 1. umfar, tí so hevur liðið styttri veg til deildarspælið. Víkingur hevur 4,000 stig og tað verður sera sannlíkt ikki nokk til at blíva styrkismett. Í 2024 skuldi man hava 6,000 stig fyri at verða styrkismettur.
Tað merkir, at Víkingur skal hava áhuga í, at so mong ’’veik’’ lið sum møguligt við styrkistali yvir 7,000 ella har áleið vinna meistaraheitið og so trekkja eitt av hesum.
Malmø (Svøríki), Zalgiris (Litava), KuPS (Finnland), RFS (Lettland) og Breiðablik (Ísland) hava øll vunnið meistaraheitið og hava minst 9,000 stig. Øll liggja landafrøðiliga nær við, so øll hesi eru sannlík at koma í bólk av fýra-fimm liðum, sum Víkingur kann møta undan lutakastinum. FCI Levadia úr Estlandi hevur 6,5000 stig og liggur helst á markinum til at blíva styrkismett. Hjá Víkingi hevur tað helst áhuga, at meistararnir úr Estlandi verða millum møguleikarnir, tí føroysk lið hava fleiri ferðir sent lið úr Estlandi út úr altjóða kappingum.
Í Írlandi er nýggjur meistaru hesaferð í Shelbourne, sum ikki verður styrkismett. Í Wales skulku Víkingar heppa á The New Saints, sum liggur í toppstríðnum og sum hevur 9,000 styrkisstig og tí verður styrkismett, um liðið sum vanligt vinnur meistaraheitið. Tað sama er galdandi fyri Linfield í Norður Írlandi, sum liggur fimm stig fremst og hevur 8,500 styrkisstig. Føroysk lið hava áður trekt lið úr Andorra og Gibraltar og har eru tað Inter Club d’Escaldes (7,500 stig) og Lincoln Red Imps (10,000 stig), sum Víkingar skulu heppa á. Hesi eru í tøttum meistarastríði, har nógv er eftir av kappingunum enn.
Víkingur kann sostatt møta m.a.:
Malmø (Svøríki)
Zalgiris (Litava)
KuPS (Finnland)
RFS (Lettland)
Breiðablik (Ísland)
Og sannlíkt, um tey vinna meistaraheitið:
The New Saints (Wales)
Linfield (Norður Írland)
Afturat hesum koma eisini nógvir aðrir møguleikar, men helst verður fleiri av hesum áður nevndu við millum teir fýra-fimm møguleikarnar, tí bólkarnir taka atlit fyri, at lið ikki møta liðum, sum liggja landsfrøðiliga longst burtur. Men okkurt lið nakað burturi kann verða millum hini, sum vit m.a. sóu í 2023, tá KÍ kundi møta Ferencváros úr Ungarn og Ludogorets úr Bulgaria saman við trimum liðum sum eru frá londum omanfyri.