17 ára gamli Bartal Páll Klein er aftur í barndómsfelagnmum HB.
Í kvøld boðar HB frá, at Bartal Páll hevur gjørt sáttmála við barndómsfelagið.
Tað var longu 29. oktober, at tað ljóðaði, at møguleiki var fyri, at Bartal Páll Klein fór at skifta til HB. Og nú er flytingin veruleiki. Bartal Páll var toppskjútti hjá B68 í ár við seks málum, harav trý í avgerandi dystinum móti NSÍ í síðsta umfarinum, tá B68 bjargaði sær í deildini.