Hann er uppaldur í B68 og NSÍ, men vendur nú aftur til NSÍ.
NSÍ skrivaði í gjárkvøldið:
Jann Benjaminsen hevur í kvøld skrivað undir ein 2 ára sáttmála við NSÍ. Landsliðsleikarin kemur aftur til NSÍ, har hann í 2016 fekk sítt gjøgnumbrot í bestu deildini hjá monnum. Í 2021 fór hann til Noreg, har hann í tvey ár leikti við IL Hødd, og hevur hann seinastu tvey árini leikt við B36.
NSÍ ynskir Jann hjartaliga vælkomnan heim í felagið, og fegnast um, at hann komandi tvey árini kemur at hava heimavøll við Løkin.