Hann sigur, at tvey føroysk feløg hava víst sær áhuga fyri 2025.
21 ára gamli Emil W. Joensen taldist í ár millum mest eyðsýndu miðvallarleikararnar í Betri Deildini, har hann spældi á miðvøllinum hjá EB/Streymi, og móti endanum av farnu undankapping vann hann seg inná U21-landsliðið.
Emil er uppaldur í B36, og tað hevur ljóðað, at B36 ynskir at fáa hann aftur, nú B36 ynskir at ganga nýggjar leiðir við at brúka meira lokalar leikarar enn í 2024, tá B36 onkran dyst spældi uttan nakran lokalan leikara í uppstillingini.
Emil váttar fyri bolt.fo, at hann hevur tilboð frá EB/Streymi um at halda fram umframt einum øðrum liði. Hann umhugsar eisini at fara uttanlands at spæla.
Sambært FaroeSoccer er Emil skrásettur fyri 92 dystir og níggju mál í Betri Deildini.