U21-landsliðsleikarin hevur áhuga frá fleiri feløgum.
21 ára gamli Bergur Poulsen hevur síðstu tvey árini spælt við EB/Streymi, har avrikini hava verið so mikið góð, at hann hevur verið partur av U21-landsliðnum, har hann hevur spælt seks landsdystir í 2023 og 2024.
Nú stendur Bergur uttan sáttmála, og nú eru fleiri møguleikar, hvar hann fer at spæla í 2025. Tað hevur ljóðað í eina tíð, at NSÍ hevur víst áhuga. Í B36 fer ein bakkur at mangla, um Jann Benjaminsen skiftir felag. Men so er tað barndómsfelagið Víkingur. Har er vist, at Signar á Brúnni ikki heldur fram og óvist er, hvussu verður við Ara Olsen, sum kanska fer uttanlands.
Bergur Poulsen váttar fyri bolt.fo, at hann hevur fleiri spennandi møguleikar, nú fleiri lið manglar høgra bakkar, men vil heldur ikki avvísa at halda fram í EB/Streymi.