Víkingur missir fyrrverandi U21-landsliðsleikara.
22 ára gamli Signar á Brúnni heldur ikki fram í Víkingi í 2025. Hann fer uttanlands, tó ikki í fótbóltsørindum. Tað váttar hann fyri bolt.fo.
Signar er skrásettur fyri seks U21-landsdystir í 2023 og 2024. Hann spældi 16 dystir, harav átta frá byrjan í landskappingini í 2024 sambært FaroeSoccer.
Sum skilst er eisini ivamál um hin høgra bakkin hjá Víkingi, sum er Ari Olsen. Hjá honum hevur møguleiki verið fyri, at hann fer uttanlands.
Um Ari eisini fer, so er kanska sannlíkt at Víkingur fer at hyggja eftir styrki til høgra bakk. Og har er landsliðsleikarin, Jann Benjaminsen, upplagda boðið. Hann hevur ongan sáttmála og er m.a. settur ísamband við NSÍ, men helst skal tað heldur ikki avskrivast, at hann heldur fram í B36. Hinvegin er tann meira brúkta loysnin í Víkingi, at ein lokalur leikari verður funnin í felagnum og tað kann verða, at tað eisini verður loysnin hesaferð. Og har er ein í útlegd, sum passar inn. Tað er U21-landsliðsleikarin Bergur Poulsen, sum síðstu árini hevur spælt við EB/Streymi. Hann er uppaldur í Víkingi og hevur ongan sáttmnála fyri 2025.
Dagført kl. 13.08.