Tað hevur ligið í kortunum í nakrar vikur, men nú er tað kunngjørt. Dan í Soylu skiftir aftur til HB eftir eina tíð í KÍ, har hann hevði torført við at fáa spælitíð.
Tað var 26. oktober, at vit skrivaðu um, at tríggir KÍ-leikarar fóru at skifta til 07 Vestur, B36 og HB. Bíðað hevur verið eftir Dan í Soylu bleiv kunngjørdur og tað er hann í kvøld.
Dan í Soylu hevur áður havt nøkur av sínum bestu árum í júst HB, har hann m.a. spældi ein stóran leiklut í FM 2018 og 2020.