Føroyar høvdu møguleikar at fáa minst eitt stig, men tóku ikki av.
Føroyingar avrikaðu á góðari leið í truplasta útidystinum í bólkinum, og tað eydnaðist í stóran mun at halda heimaliðnum frá at skapa stórar málmøguleikar. Hinvegin vóru persónligu mistøkini ov mong, har serliga Gunnar Vatnhamar hevði ein óhepnan dag og uppá eitt av teimum mistøkunum, tá Gunnar ikki rakti bóltin, so skoraði heimaliðið einasta málið í dystinum. Í hinum endanum var Petur Knudsen tann vandamiklasti, men uppá hansara báðar møguleikar tók hann ikki av.
Tá Armenia vann í Lettlandi, so endaðu Føroyar á 3. plássi í bólkinum og skulu tí ikki spæla uppflytingardystir um at koma í deild B.