B36 valdi at leingja samstarvið við ein av útlendingunum. Sum skilst liggur framvegis í kortunum, at hinir útlendingarnir ikki halda fram.
B36 skrivaði soleiðis í gjárkvøldið:
Tað var stórur rómur í ársveitsluni í kvøld tá nýggi høvuðsvenjarin, Jákup Martin Joensen, kunngjørdi fyri veitslugestunum, at annar av okkara toppskjúttum eisini spælir í hvítari blus komandi ár.
Løtu seinni varð hann kosin ÁRSINS LEIKARI
Hjartaliga til lukku Marius. Tað er so væl uppiborið.