Fyrrverandi U21-landsliðsleikarin, Áki Johannesen, er áveg til HB.
Góðar keldur hjá bolt.fo vita at siga, at Áki Johannesen væntandi skiftir til HB í vikuskiftinum. Tað einasta sum kann forða hesum er ein ’’læknakanning’’, tí hann hevur verið skaddur síðani 24. august.
Sambært FaroeSoccer hevur Áki Johannesen bara umboðað barndómsfelagið B68, har hann hevur spælt 81 dystir í bestu deildini. Hann er skrásettur fyri níggju U21-landsdystir síðani 2022.