B36 boðar frá í morgun, at hjálparvenjarin heldur fram.
Bolt.fo skrivaði í vikuni, at Lukas S. Enevoldsen sannlíkt fór at fáa nýtt venjarastarv í Danmark, meðan Tór-Ingar Akselsen sannlíkt bleiv nýggjur hjálparvenjari í B36. Hetta skiftið hká Lukas bleiv av ongum og nú er greitt, at hann hevur gjørt avtalu við B36 um komandi tvey árini.
B36 skrivar:
Lukas Schmedes Enevoldsen verður hjálparvenjari hjá Jákup Martin Joensen komandi tvey kappingarárini.
Avtalan kom upp á pláss í gjár.
Sum høvuðsvenjarin Jákup Martin Joensen greiddi frá í B36 Varpinum í gjár, so hevur Lukas Schemedes Enevoldsen havt eitt annað áhugavert arbeiðstilboð á borðinum úr Danmark, men hann vil heldur vera partur av framtíðarætlanunum í B36.
31 ára gamli Enevoldsen var stinnur verjuspælari hjá okkum í 2021 og 2022, og hann spældi 52 dystir fyri besta mansliðið tey bæði árini, umframt at vera ungdómsvenjari í felagnum.
Hann fór síðan undir venjarayrkið sum partur av venjaratoyminum hjá Brabrand í triðbestu donsku deildini, og fyri einum ári síðan kom hann aftur til Føroya sum hjálparvenjari og transitiónsvenjari.
Og nú er greitt, at hann heldur fram í Føroyum og B36