Føroyar vunnu í Armenia í fyrra dystinum undir fyribils landsliðsvenjaranum Eyðuni Klakstein.
Tað loysti seg hjá FSF at skifta venjara, um hugt verður eftir úrslitinum í Armenia. Føroyar vunnu á útivølli fyri aðru ferð síðani 2016 í kappingardysti. Einasta málið kom uppá brotsspark frá Viljormi Davidsen.
Ein framúr byrjan hjá Eyðuni Klakstein sum fyribils høvuðsvenjara. Úrslitið ger, at Føroyar nú hava seks stig og eru við í kappingini um 2. plássið í deildini.